Generelle oplysninger til færøske patienter og deres ledsagere.

Føroysk útgáva

Aarhus Universitetshospital

Aarhus Universitetshospital
Palle Juul-Jensens Boulevard 99
8200 Aarhus N
Telefon: 7845 0000

Vælkomin til Århus Universitetssjúkrahús

Hjartaliga vælkomin til Århus Universitetssjúkrahús. Vit vilja gera alt fyri, at uppihaldið á sjúkrahúsinum verður so nøktandi sum tilber. Í hesum faldara er ein rúgva av hentum upplýsingum, sum kunnu verða hent vitan í sambandi við uppihaldið.

Eitt sindur um Sjúkrahúsið

Århus Universitetssjúkrahúsl liggur í tí norðara partinum av Aarhus.

Aarhus Universitetssjúkrahús er tað størsta Sjúkrahúsi í Skandinavia, har starvast umleið 10.000 fólk. Tann samlaða víddin svarar til støddina av býnum Ribe í Sydvestjylland.

Allar inngongdir/øki eru merktar við einum bókstavi. Á myndini sæst inngongd G, sum er høvuðsinngongdin til sjúkrahúsið. Har er eisini ein móttøka, sum kann verða til hjálpar í fall spurningar eru.

Indgang G på Aarhus Universitetshospital

Allar deildir á sjúkrahúsinum hava eitt fýrasifrað nummar. T.d. hevur Ortopædkirurgiska seingjardeild 3 nummar J813. Tað merkir, at seingjardeildin liggur á økinum J á 8. hædd. Legg til merkis, at móttøkan er á 2. hædd!

Kort yvir Sjúkrahúsið

Trýst her fyri at fáa eina web-útgávu av kortinum:

https://m.rm.dk/?site=auhsks

Hvussu finni eg Sjúkrahúsið?

Til ber at taka niður eina app frá “App Store” á tína telefon ella I-pad, sum eitur “AUH find vej”.

Appin "AUH find vej"

Á appini kanst tú fáa víst veg til deildirnar á Aarhus Universitetssjúkrahúsi. Appin virkar á tann hátt, at mann setir inn navn á (ella leitar eftir) deildini, sum tú skal vitja, harnæst finnur tú vegin til deildina við at fylgja ásettu leiðina í appini. Í appini kann mann eisini leita eftir upplýsingum um ta einstøku deildina.

Aarhus og flutningur

Aarhus er næststórsti býur í Danmark við umleið 350.000 íbúgvum. Tað eru umleið 5 km. frá Aarhus Universitetssjúkrahúsi til miðbýin í Aarhus. Um tað er møguleiki fyri at vitja býin Aarhus, kann mann lata seg hugvekja av teimum mongu tilboðum og møguleikum í fylgjandi leinki til “Visit Aarhus”.

https://www.visitaarhus.dk/

Tað eru góð buss- og letbanesamband til og frá Aarhus Universitetssjúkrahúsi og miðbýin. Fyri at fáa eitt yvirlit yvir buss- og letbanesamband, er tað lættast at downloada appina “Rejseplanen” í “App Store”. Harumframt er tað møguligt at kunna seg um ferðaætlanirnar fyri bussar og letbanen, jf. link:

https://www.midttrafik.dk/koreplaner/bybusser/aarhus/

https://www.midttrafik.dk/koreplaner/letbanen/letbanens-koreplaner/

 
Føroyingafelagið í Aarhus

Føroyingafelagið í Aarhus húsast á fylgjandi adressu:

Hermods vej 3A
8230 Åbyhøj

Til ber at fáa meira at vita um Føroyingafelagið í Aarhus í fylgjandi leinki:

https://www.aarstova.dk/um-foeroyingafelagid/

Sjúklingahotellið og hotellir, sum liggja tætt við sjúkrahúsið

Sjúklingahotellið á Aarhus Universitetssjúkrahúsi liggur við inngongd A á 13. hædd.

Meira fæst at vita um sjúklingahotellið her:
https://www.auh.dk/afdelinger/patienthotellet

Sjúkrarøktarfrøðingar eru knýttir at sjúklingahotellinum.

Um tað ikki er pláss á Sjúklingahotellinum, er tað møguligt at yvirnátta á einum hotelli, sum liggur tætt við sjúkrahúsið. Í slíkum føri, vil Sjúklingahotellið fegin hjálpa við at bíleggja pláss á hotellið, sum liggur tætt við sjúkrahúsið, og harafturat vegleiða um, hvussu funnið verður fram til hotellið.